Nú sæst riðlabýtið á omegatiming.com

HM-startlistar við riðlabýti síggjast nú á omegatiming.com, út fyri hvørja kapping á skránni. Vit síggja t.d. her at Pál Joensen skal svimja 50 metrar frí í riðli 7 móti 7 svimjarum úr Myanmar, Namibia, Albania, Zambia, Palestina, Cambodia og Togo. Landakotur kunnu forrestin síggjast her á heimasíðuni hjá FINA.


Niðanfyri havi eg víðkað listan við føroysku luttøkuni í tíðarrað, so at hann eisini vísir í hvørjum riðli og hvørjari geil okkara svimjarar svimja:

Kap. Dagf. Grein Riðil Geil Svimjari Tilm.tíð Plasering
2 25/3 400 frí 3/10 5 Pál Joensen 4:10.76 62 av 83
5 25/3 400 fri 3/9 7 Jutta Thomsen 4:36.52 58 av 73
5 25/3 400 frí 3/9 1 Mona Simonsen 4:40.94 59 av 73
10 26/3 200 frí 5/15 7 Pál Joensen 1:59.41 90 av 119
16 27/3 200 frí 3/14 7 Jutta Thomsen 2:16.01 90 av 112
16 27/3 200 frí 4/14 8 Mona Simonsen 2:17.28 97 av 112
17 27/3 800 frí 2/6 8 Pál Joensen 8:49.89 40 av 47
19 28/3 100 frí 6/22 4 Kristian Olsen 55.55 120 av 177
19 28/3 100 frí 8/22 2 Pál Joensen 56.43 133 av 177
22 29/3 100 frí 5/18 8 Mona Simonsen 1:04.33 112 av 136
28 30/3 50 frí 7/24 6 Kristian Olsen 24.56 92 av 195
28 30/3 50 frí 14/24 8 Pál Joensen 26.88 146 av 195
29 30/3 800 frí 2/7 3 Jutta Thomsen 9:33.64 43 av 51
29 30/3 800 frí 2/7 6 Mona Simonsen 9:35.39 44 av 51
36 31/3 1500 frí 4/7 5 Pál Joensen 16:33.14 43 av 53

Royndi at vita um har var onkur fyri okkum áhugaverdur kappingarneyti í viðkomandi riðlum, sum til dømis onkur úr grannalondunum. Men hinir svimjararnir eru yvirhøvur ókendir luttakarar úr asiatiskum og afrikanskum londum, umframt at Jutta og Mona tíverri í tveimum førum (400 og 800 frí) eru í sama riðli.

Ger viðmerking