Tær týsku so góðar at tær vilja dopingtestast meira

Týsku svimjigenturnar eru blivnar so góðar í seinastuni, at tær nú bjóða seg til at verða dopingtestaðar meira, til at sleppa undan óneyðugan mistanka. Landsliðsvenjarin Ørjan Madsen sigur at tær enntá eru gingnar við til at frysta niður blóðprøvar, til at kunna prógva at tær ikki eru dopaðar, nú tær svimja í Melbourne.

Týska landsliðið hevur annars ikki verið so gott seinastu árini, síðani stórheitstíðina í 70’unum og 80’unum tá ið tær vóru dopaðar… so mikið at einir 169 ítróttarfólk nú fáa endurgjald frá týska statinum. Men nú eru tær so sanniliga við aftur, eftir til dømis at hava sett 3 heimsmet á EM í fjør. Og serliga amerikanar hava tí (sambært Madsen) gruggast um, hvussu vítt tær eru dopaðar ella ei.

Les upprunaligu tíðindini á eurosport.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.