Nólsoyarsvimjingin hesu megin summarferiuna í ár

Gev gætur at tíðindini her eru enn bara leysatíðindi frá fyrireikarunum av; men eg frætti herfyri at tey ætla sær at skipa fyri Nólsoyarsvimjingina áðrenn summarferiuna í ár, sum jú er mikið áhugavert fyri kappsvimjarar. Vanliga hevur nólsoyarsvimjingin jú ligið á Ovasøku, eina til tvær vikur eftir Ólavsøku, tá ið flestu svimjarar hava verið burturi frá svimjingini í minst ein mánaða. Men í ár umhugsa tey at hava tiltakið kanska longu leygardagin 26. mai, sum burdi ligið væl fyri hjá bæði motionistum og kappsvimjarum.

Hetta verður tó ikki endaliga avgjørt fyrr enn einaferð á páskum, tá ið tey sum vara av fara at hava fyrireikandi fund um tiltakið. Altso um hvussu vítt leygardagurin 26. mai skal verða dagurin, ella um tey skjóta tað út til seinni. Tað eru Evald Rasmussen, Erlendur  Simonsen og Jákup av Skarði sum eru fremstu fyrireikarar, um onkur er eyka forvitin. Tit kunnu vænta at fyriskipanin verður tann vanliga, at man skal skaffa sær vátdrakt, bát og hjálparfólk sjálvur, og so annars bara melda til og møta upp.

One thought on “Nólsoyarsvimjingin hesu megin summarferiuna í ár”

  1. Eg frætti nú frá teimum sum fyriskipa Nólsoyarsvimjingina, at svomið verður sum ætlað, leygardagin 26. mai. Treytirnar fyri luttøku verða tær vanligu, tó við einum ávísum luttøkugjaldi, sum ikki er ásett enn. Tey arbeiða eisini við at skipa fyri møguleika at svimja stytri tein.

Ger viðmerking