Stór svimjistevna í Bergen í mai

Bergensvømmerne bjóða til stóra altjóða svimjistevnu í Bergen, dagarnar 4. – 6. mai 2007, sum passar nokk so væl við eina minicruise við Norrønu. Har er bólkabýti niður til árgang 1994, gávukort á 50 – 300 norskar krónur til nummar 1, 2 og 3 í hvørjari grein í hvørjum bólki, umframt 2500 – 10000 norskar krónur til nummar 1, 2 og 3 í FINA stigum.

Kappingin er í einum 25 metra hyli við 7 geilum og el-tíð. Tey hava til stuttleikar skipað allar 50 metra finalur sum ‘útskiljingsløb’, har tey pilka spakuligasta burturúr og so svimja um aftur og um aftur til bara vinnarin er eftir. Tað er fyri so vítt frítt at melda til, um man passar til aldursbólkarnar (87 og eldri, 88-91, 92-94, og handicappaði). Men tey hava ásett eitt mestamark av riðlum til hvønn tein, soleiðis at tað í mesta lagi 300 riðlar á 400 metrum, 6 á 200 metrum, 9 á 100 og 9 á 50. Dugi ikki at siga um hesi mestamørk eru fyri hvønn bólk sær, men tað burdi í øllum førum verið fyri hvørt kynið (altso minst 6 riðlar á 400 tilsamans).

Tey skipa fyri rímiliga bíligum innivisti eisini, har sjálv náttin kostar 100 norskar krónur fyri hvønn, morgunmatur 50 norskar kronur, og frokost og døgverði 80 norskar krónur. Hartil skal roknast eitt gjald á 75 krónur fyri hvønn start hjá einstaklingi, og 150 krónur fyri hvønn start hjá stafettum. Har er forrestin ein kapping millum feløgini eisini, har tey telja upp stig fyri hvørt 1. – 7. pláss, til at finna besta svimjifelag á stevnuni.

Stevnan er frá fríggjadegi kl 17 (upphiting kl 16) til sunnukvøld umleið kl 18:30, og  hóskar tí sum sagt rímiliga væl til eina minicruise við Norrønu… um man kann liva við at missa sunnudagin og (í øllum førum) ein part av fríggjadegnum. Norrøna fer nevniliga úr Tórshavn kl 18 hóskvøld og kemur til Bergens kl 17 fríggjadag (sum kappingin byrjar), og siglur so tíverri hinvegin aftur longu sunnumorgunin kl 9. Væl at merkja um eg dugi at lesa álmanakkan hjá Smyril Line rætt.

4. – 6. mai er vikuskiftið eftir FM 27. – 29. apríl, og 3 vikur áðrenn UM.

Innbjóðingin er viðfest her niðanfyri.

Ger viðmerking