Stevna í Havn 16. - 18. mars 2007

HS og Norðoyar Sparikassi bjóða til svimjistevnu í Havn, komandi vikuskiftið 16. til 18. mars 2007, fyri bólk 3 og eldri. Kappingin byrjar við upphiting fríggjakvøldið kl 19:30, og endar so aftur sunnumorgunin áðrenn kirkjutíð. Tilmeldingarnar skulu vera inni mikukvøldið 14. mars kl 21:00. Innbjóðing og tilmeldingarfíla eru viðfest her niðanfyri.

ViðfestiStødd
Norðoya Sparikassa Svimjistevna í Havn.doc87.5 KB
GR070317.txt3.63 KB

Viðmerkingar

Opin kapping ?

Verur kappingin svomin, sum opin bólkur ,ella verur hon bólka?

Mynd: rokur

Eg veit ikki

Tað stóð einki um tað í innbjóðingini, og eg sá heldur einki í kalendaranum. Giti tó at talan er um eina 'opna' kapping, og skrivaði tí bara fyribils 'fyri allar aldursbólkar', omanfyri.

Mynd: rokur

Bólkur 3 og eldri

Tosaði við Evald Rasmussen og Ottar í Hjøllum í kvøld, og báðir vita at stevnan er fyri bólk 3 og eldri. Havi tí rættað tíðindini her, til at siga fyri bólk 3 og eldri, heldur enn fyri allar aldursbólkar.

Langteina kapping

Er ikki hendan kapping tann sokallaða langteinakappingin í skuldi verða í Havn har FM nú er lagt til at verða ? Um so er, so er hettar ein OPIN kapping.

staðfesting

á tí kalendaranum sum feløgini góðkendu á kalendarafundinum stendur

HS stevna 28 Apríl Bólkur 3 og eldri (Opin)

hendan stevnan verður nú í vikuskiftinum í staðin fyri verður FM 28 apríl

hvat merkir so opin?

Opin bólkur

Á kalendarafundinum var avtala at kappingin í Havn t.28 apríl var ein opin kapping, og at kappingin var ein langteinakapping, altso 800 & 1500m kapping. Opin merkir at úrslit verða ikki bólka. Kappingin skuldi vera fyri at menna langteinasvimjarar, vit eru jú ikki øll sprintarar. HS hevur lagt fult FM program á skránna, tó uttan liðsvimjingar. Um úrslit verða bólka veit eg so ikki.