Stevna í Havn 16. – 18. mars 2007

HS og Norðoyar Sparikassi bjóða til svimjistevnu í Havn, komandi vikuskiftið 16. til 18. mars 2007, fyri bólk 3 og eldri. Kappingin byrjar við upphiting fríggjakvøldið kl 19:30, og endar so aftur sunnumorgunin áðrenn kirkjutíð. Tilmeldingarnar skulu vera inni mikukvøldið 14. mars kl 21:00. Innbjóðing og tilmeldingarfíla eru viðfest her niðanfyri.

6 thoughts on “Stevna í Havn 16. – 18. mars 2007”

    1. Tað stóð einki um tað í innbjóðingini, og eg sá heldur einki í kalendaranum. Giti tó at talan er um eina ‘opna’ kapping, og skrivaði tí bara fyribils ‘fyri allar aldursbólkar’, omanfyri.

    2. Tosaði við Evald Rasmussen og Ottar í Hjøllum í kvøld, og báðir vita at stevnan er fyri bólk 3 og eldri. Havi tí rættað tíðindini her, til at siga fyri bólk 3 og eldri, heldur enn fyri allar aldursbólkar.

  1. Er ikki hendan kapping tann sokallaða langteinakappingin í skuldi verða í Havn har FM nú er lagt til at verða ? Um so er, so er hettar ein OPIN kapping.

  2. á tí kalendaranum sum feløgini góðkendu á kalendarafundinum stendur

    HS stevna 28 Apríl Bólkur 3 og eldri (Opin)

    hendan stevnan verður nú í vikuskiftinum í staðin fyri verður FM 28 apríl

    hvat merkir so opin?

    1. Á kalendarafundinum var avtala at kappingin í Havn t.28 apríl var ein opin kapping, og at kappingin var ein langteinakapping, altso 800 & 1500m kapping. Opin merkir at úrslit verða ikki bólka. Kappingin skuldi vera fyri at menna langteinasvimjarar, vit eru jú ikki øll sprintarar. HS hevur lagt fult FM program á skránna, tó uttan liðsvimjingar. Um úrslit verða bólka veit eg so ikki.

Leave a Reply to ÓnevndurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.