Hackett metir at minst 6-7 fara undir 15 í 1500 frí

Larsen Jensen,Yuri Prilukov,Grant HackettVerandi heimsmethaldari og OL gullvinnari á 1500 frí, Grant Hackett, metir at teir 1500 í Melbourne verða "the most competitive in history". Hann metir ikki at heimsmetið er í vanda, men at teir verða nakrir sum fara undir 14:40, og einir 6 ella 7 sum fara undir 15 minuttir.

Atvoldin til at hann sigur so, er at amerikanski 1500 metra svimjarin Larsen Jensen eitt sindur nasadjarvt hevur sagt, at Grant Hackett bara kemur við umskyldningum, um at hann (Hackett) ikki er í so góðum formi sum vanligt. Hackett skifti venjara fyri einum mánaða síðani, og hevur sambært sær sjálvum undirmett hvussu tað fór at ávirka formin.

So Hackett metir altso ikki at hann kann taka metið sjálvur, og spurningurin er tí hvussu góðir hinir eru. Viðvíkjandi Larsen Jensen er hann (Hackett) tó nokk so bersøgdur: "I hope he competes as well as he talks".

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá heimsmeistarastevnuni

Myndin er fingin av Flickr kontoini hjá ‘vanou’, og vísir frá vinstru Larsen Jensen (USA), Yuri Prilukov (RUS) og Grant Hackett (AUS), eftir 1500 frí finaluna á síðstu heimsmeistarastevnu í Montreal (Kanada) í 2005. Hackett vann gull, Jensen silvur, David Davies (GBR) bronsa, og Prilukov varð nr. 4 (almennur úrslitalisti sum pdf-fíla).

6 thoughts on “Hackett metir at minst 6-7 fara undir 15 í 1500 frí”

  1. hellegens eg gledi meg at síggja vm:D
    men eg rokni ikki vid sum Grant Hackett sigur at fleiri fara undir 14.40, verdinsmeti er 14.34 so um onkur verdur undir 14.40, so er verdinsmetid uppá ein máta í vanda hehe:D

  2. Tað verður spennandi at síggja hvussu føroyingarnir fara at klára seg!

    Hopi at vit koma at síggja onkran føroying í Eurosport, sum ferð at senda beinleiðis frá HM.

    Koyrið á Jutta, Mona, Pál og Kristian, gerið ein vørr! 😀

    Við svimjikvøðu Søren

  3. At síggja til inni a Heimasíðuni hja Eurosport verur tað fyrsta víst 19 og so ikki aftur fyrr enn tann 21 passar tað ? Fara vit nú ikki at síggja alt sum svomi verur ?

    1. Hatta har við at droppa 20. er lukkutíð (fyri okkum svimjarar) bara ‘diving’ (lop av vippu). Svimjingin byrjar fyrst 25. mars kl 0:00 (Live), og verður so víst  hvønn dag í øllum førum fram til 30. mars.

Leave a Reply to Jákup Øssursson MohrCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.