Ægir vann HS-stevnuna

Poula, Astrid, JónfríðStór svimjistevna var í Havn síðsta leygardag, har 95 gentur og 67 dreingir úr trimum teimum yngstu deildunum kappaðust um tilsamans 58 gullheiðursmerki. Hetta eru svimjarar føddir frá 1994 til 2000, og lat tað verða sagt, at sterkastu árgangssvimjarar finnast har norðuri runt Klaksvíkina.

Um vit leggja øll heiðursmerki saman fyri hvørt felag sær, so varð úrslitið hetta:

Felag Gull Silvur Bronsa
Ægir 21 13 15
Reki 17 17 11
HS 5 7 9
FLOT 5 7 4
FS 5 4 7
VS 5 3 5
TS   3 1
Skeggjar   1  

TS og VS vóru umskyld við at tey høvdu rættiliga fáar luttakarar á stevnuni, vegna sjúku ella okkurt tílíkt. Men tó so er støðan rættiliga klár, at nógv teir sterkastu svimjararnir í yngstu deildunum koma úr Klaksvík og Leirvík.

Hyggja vit at hvørji sum vunnu heiðursmerkini, so er týðiligt at tað vóru hjá Ægir vóru serliga nakrir fáir svimjarar sum vunnu gullheiðursmerkini, meðan Reki hevur eina størri breidd:

Navn Felag Gull Silvur Bronsa
Victoria Eysturdal Ægir 8    
Alvi Hjelm Ægir 7 1  
Turið S. Christiansen Reki 4 3  
Rólant Toftum VS 4    
Jákup Andreasen Ægir 3 3 2
Astrid Foldarskarð FLOT 3 1  
Heðin L. Olsen Reki 3 1  
Óluva Jacobsen Reki 2 2 2
Reki Supergirls Reki 2 2  
Jákup Klein Hansen HS 2   1
Reki Superboys Reki 2 2  
Jonna Bjartalíð Thomsen Reki 1 3 2
Poula Mohr FS 1 3 1
Fríði Bjarkhamar Reki 1 2 1
FLOT 2 FLOT 1 2  
Hans Jákup Fuglø Reki 1 2  
HS 1 HS 1 1 3
Birita Debes FLOT 1 1 1
Hjarnar Tórðarson HS 1 1 1
Hjørtur á Fløtti FS 1 1  
Magnus Jákupsson HS 1 1  
Monika Biskupstøð Ægir 1 1  
Jónfríð Hansen FS 1   2
Ægir Dreingir Ægir 1   1
Ingun Olsen Reki 1   1
Jóhanna Egholm FS 1   1
Superboys VS VS 1   1
Ægir Bamsur Ægir 1    
Flatturnar hjá FS FS 1    
Ronja Eysturdal Ægir   3 4
Kristina Elin Thomsen TS   3 1
Eyðbjørn Joensen VS   2 3
Ægir Gentur Ægir   2  
FLOT 1 FLOT   2  
Markus Joensen HS   2  
Hákun Edmundsson FLOT   1 2
Jóhannes Agnarsson HS   1 2
Krista Mørkøre Ægir   1 2
Ásbjørg Hjelm Ægir   1 1
Bergtór T. Thomsen Reki   1 1
Gunnar Vatnhamar Reki   1 1
Gunnrið Dam Ægir   1 1
Marni Leo VS   1 1
Rúni Seloy HS   1  
Tróndur J. á Høvdanum Skeggjar   1  
FS Gentur 1 FS     2
Kristjan Berg Reki     2
Óli Mortensen HS     2
Cecilia Eysturdal Ægir     1
Fríðgerð Thomsen FS     1
Gunn Joensen Ægir     1
Jákup Eysturdal Ægir     1
Katrina Akursmørk Ægir     1
Kjartan Petersen FLOT     1
Óli Poulsen Reki     1

Sum heild gekk stevnan rættiliga væl, hóast teir 734 startirnir gjørdu at kappingin varð rættiliga nógv drúgvari enn ætlað.

Myndina hevur Sigtór Foldarskarð tikið, av teimum trimum sum vunnu heiðursmerki á 50 frí í bólki 3. Frá vinstru síðu av: Poula Mohr úr FS (silvur), Astrid Foldarskarð úr FLOT (gull) og Jónfrið  Hansen úr FS (bronsa).

Úrslitalisti og WinGrodan stat-fíla eru viðfest niðanfyri.

One thought on “Ægir vann HS-stevnuna”

  1. Um onkur hevur eina pena mynd frá stevnuni, og ikki hevur nakað ímóti at eg leggi hana her á heimasíðuna, so send hana vinarliga til rokur [kurla] flot.info. Forsømdi at taka tól við sjálvur.

Ger viðmerking